- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Plátupanelið fekk heiðurin at draga nakrar av teimum bestu plátunum, ið vóru útgivnar í 2022, fram á blik.
Fyrri tímin í hesi serútgávuni av Plátupanelinum snýr seg um føroyskar plátuútgávur, meðan seinni snýr seg um altjóða plátuútgávur.
Plátupanelið er mannað við Daniu O. Tausen og Knút Háberg Eysturstein, ið eru kend frá Plátupanelinum, meðan Ári Rouch er við fyri fyrstu ferð.
Ári Rouch er tó fastur ummælari í Kvørnini her í útvarpinum.
Njótið tónleikin.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











