Plátupanelið

Plátupanelið #7 (Kvinnupanelið I)
04-03-2023
Eivør Pálsdóttir, Lena Anderssen, Sunneva H. Eysturstein og Dania O. Tausen velja tónleik, ið kvinnur framføra

Í sambandi við Altjóða kvinnudagin, sum er 8. mars, so er hetta Plátupanelið ognað kvinnunum. 

Allir luttakararnir í sendingini eru kvinnur, og allur tónleikurin, ið verður spældur, er gjørdur ella framførdur av kvinnum. 

Dania O. Tausen, ið er tónlistakvinna og yrkjari, er vertur.  

Liminir í hesi sermerktu útgávuni av Plátupanelinum eru eisini allar kvinnur.

Sunneva Háberg Eysturstein er konsertfyriskipari, íverkseti, barreigari, diskari og mangt annað. 

Lena Anderssen hevur verið millum fremstu føroysku tónlistafólk síðani hon útgav sína fyrstu plátu "Long Distance" í 1998. 

Eivør Pálsdóttir nýtist onga presentatión, tí hon er fremst tónlistakvinna her á landi.  

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd. 

Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum. 

Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.

 

Plátur frá 1977 verða lagdar undir nálina í sendingini. Alt frá disco til punk. Panelið: Elier Sørensen, Fróði Løkságarð og Hergeir Eldevig. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
04-04-2026
Sunneva H. Eystustein er vertur í ársins kvinnupanelið í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars. Panelið kvinna Guðrið Hansdóttir, Ingu L. Simonsen og Emmu Michalu Sannino
07-03-2026
Grannalagið Laurel Canyon í Los Angelsen var frá mitt í sekstiárunum og til mitt í sjeytiárunum eitt savningarstað fyri spírandi tónlistafólk í hægstu hippie-tíð
07-02-2026
1991 verður roknað sum eitt tað sterkasta tónleikaárið í søguni. Panelið: Eiler Sørensen, Hergeir Eldevig og Ólavur Eyðunsson Gaard. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
03-01-2026
Róð verður aftur á tónleikaárið bæði her heima og úti í heimi í árliga Nýggjárspanelinum. Panelið: Regin Toftegaard, Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur: Uni L. Hansen
31-12-2025
Plátur frá 1980 verða lagdar undir nálina í sendingini, har Esther á Fjallinum debuterar í Plátupanelinum. Hini eru Heiðrikur á Heygum og Unn Paturson. Uni L. Hansen er vertur
06-12-2025
Urd Johannesen, Eiler Sørensen og Fróði Løkságarð velja sterkar plátur við serstakliga sterkum heitisløgum. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
01-11-2025
Plátur frá 2006 verða lagdar undir nálina. Panelið: Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Fróði Løkságarð. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
04-10-2025
Sterkar plátur við serliga sterkum byrjanarløgum eru evnið í sendingini. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
06-09-2025
Plátur frá 2005, sum í ár fylla 20 ára, verða lagdar undir nálina. Panelið: Heiðrikur á Heygum, Guðrið Hansdóttir og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
07-06-2025
Sterk endaløg á góðum plátum er evnið í sendingini. Panelið manna: Heiðrik á Heygum, Guðrið Hansdóttir og Fróði Løkságarð. Vertur er: Uni Leitisstein Hansen
03-05-2025
Plátur, ið komu út í 1995, altso fyri 30 árum síðani, eru evnið í sendingini. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
05-04-2025