- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

8. mars er altjóða kvinnudagur, og hann verður aftur í ár fagnaður í Plátupanelinum. Kvinnur manna panelið, ið Dania O. Tausen er vertur fyri, og tær spæla tónleik hjá tónlistakvinnum, ið tær virðismeta. Kvinnur um kvinnur. Í panelinum sita: Guðrið Hansdóttir, Jasmin Mote og Marianna Winter.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











