- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Plátupanelið #31 (Byrjanarløg)
06-09-2025
Sterkar plátur við serliga sterkum byrjanarløgum eru evnið í sendingini. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
Fyrsta Plátupanelið í vetrarskránni 2025/25, sum er fjórða sesongin hjá sendingini, hevði sterkar plátur við serstakliga sterkum byrjanarløgum. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.
Tónleikaárið 1973 er tema í fyrsta Plátupanelinum í seasong tvey hjá sendingini
02-09-2023
1998 var árið, tá Google varð sett á stovn, og Viagra kom á marknaðin. Men 1998 var eisini eitt máttmikið tónleikaár, og tí er 1998 tema í 9. útgávuni av Plátupanelinum
06-05-2023
Tónleikaárið 2003 er evnið í áttandu útgávuni av Plátupanelinum, sum er mannað við Knút H. Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen
01-04-2023
Eivør Pálsdóttir, Lena Anderssen, Sunneva H. Eysturstein og Dania O. Tausen velja tónleik, ið kvinnur framføra
04-03-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum
04-02-2023
Tónleikaárið 1993 er tema í fimtu útgávuni av Plátupanelinum, har Guðrið Hansdóttir, Eiler Sørensen og Knút Háberg Eysturstein manna panelið
07-01-2023
Róð verður aftur á bæði tónleikaárið 2022 her heima og úti í verð saman við Daniu O. Tausen, Ára Rouch og Knút Háberg Eysturstein
31-12-2022
Tónleikur og politikkur hava altíð gingið hond í hond, og nú tað stundar til løgtingsval, er evnið politiskar plátur
03-12-2022
Konseptplátur eru evnið í aðra útgávuni av Plátupanelinum, har Dania O. Tausen er nýggjur limur
06-11-2022
Fyrsta útgávan av Plátupanelinum var mannað við Knút Háberg Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen, og evnið var tónleikaárið 1982
01-10-2022








