- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Hvat hava "Futuresex/Lovesounds" hjá Justin Timberlake, "Back to Black" hjá Amy Winehouse og "Modern Times" hjá Bob Dylan í felag? Allar páturnar komu út í 2006, sum eisini er evnið í 32. útgávuni av Plátupanelinum. Panelið: Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Fróði Løkságarð. Vertur: Uni Leitisstein Hansen

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











