Plátupanelið

PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
06-12-2025
Plátur frá 1980 verða lagdar undir nálina í sendingini, har Esther á Fjallinum debuterar í Plátupanelinum. Hini eru Heiðrikur á Heygum og Unn Paturson. Uni L. Hansen er vertur

Unn Paturson, Heiðrikur á Heygum og Esther á Fjallinum manna panelið, tá nakrar av bestu plátunum frá 1980 verða lagdar undir nálina. Vertur er Uni Leitisstein Hansen

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd. 

Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum. 

Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.

 

Tónleikur og politikkur hava altíð gingið hond í hond, og nú tað stundar til løgtingsval, er evnið politiskar plátur
03-12-2022
Konseptplátur eru evnið í aðra útgávuni av Plátupanelinum, har Dania O. Tausen er nýggjur limur
06-11-2022
Fyrsta útgávan av Plátupanelinum var mannað við Knút Háberg Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen, og evnið var tónleikaárið 1982
01-10-2022
  •