Plátupanelið

PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
07-02-2026
Grannalagið Laurel Canyon í Los Angelsen var frá mitt í sekstiárunum og til mitt í sjeytiárunum eitt savningarstað fyri spírandi tónlistafólk í hægstu hippie-tíð

Í hægstu hippietíð savnaðust nøkur av spírandi tónlistafólkunum í kollektivum í grannalagnum Laurel Canyon í Los Angelsen. Burtur úr spurdust nakrar av bestu rokk og folkrokk plátum, ið eru útgivnar.

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd. 

Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum. 

Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.

 

Plátupanelið hátíðarheldur aftur í ár altjóða kvinnudagin við einum kvinnupaneli. Panelið: Guðrið Hansdóttir, Marianna Winter og Jasmin Mote. Vertur: Dania O. Tausen
08-03-2025
Plátur frá 1985 er evnið í sendingini. Panelið mannað: Knút Háberg Eysturstein, Ári Rouch og Fróði Løkságarð. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
01-02-2025
Knút H. Eysturstein, Fróði Løkságarð og Hergeir Eldevig velja sterkar plátur frá 1990. Uni Leitisstein Hansen er vertur
04-01-2025
Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Knút Háberg Eysturstein velja nakrar av sterkastu plátunum, ið komu út í 2024, bæði her heima og úti í heimi. Uni Leitisstein Hansen er vertur
31-12-2024
Jólini nærkast í hvørjum, og Døgg Nónsgjógv, Eiler Sørensen og Ári Rouch manna panelið, nú nakrar av bestu jólaplátunum gjøgnum tíðirnar skulu veljast
07-12-2024
Tónleikaárið 1999 er evnið í sendingini, ið Fróði Løkságarð er vertur fyri. Panelið mannað Eiler Sørensen og Hergeir Eldevig
02-11-2024
Break Up-plátur, ella skilnaðarplátur, eru evnið í 21. útgávuni av Plátupanelinum, ið hóskandi varð send ein regntungan dag í oktober
05-10-2024
Fyrsta Plátupanelið í nýggju seasongini, ið er tann triðja, er um plátur, sum vóru útgivnar í 1979, altso fyri 45 árum síðani
07-09-2024
Fróði Løkságarð er vertur í síðsta plátupanelinum fyri summarsteðgin. Evnið eru góðar, men gloymdar skeringar á kendum plátum. Panelið: Eiler Sørensen og Hergeir Eldevig
05-05-2024
1984 er evni í 18. útgávuni av Plátupanelinum. Fróði Løkságarð, Sunneva Háberg Eysturstein og Eiler Sørensen manna panelið. Uni Leitisstein Hansen er vertur
06-04-2024
Dania O. Tausen er vertur fyri sendingini, ið er eitt reint kvinnupanel við Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Sunneva Háberg Eysturstein. Tær velja tónleik hjá kvinnum
04-03-2024
Evnið í sendingini er "comeback-plátur", sum eru plátur, ið skilmarka eina afturkomu hjá tónleikabólkum ella einstaklingum
03-02-2024