- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Tey eru øll í 20 árunum, ungu tingfólkini Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum, og tær kappast móti Beini Johannesen úr Fólkaflokkinum og Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn.
Tú kanst hoyra sendingina her.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.