- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Tað eru telvarar og blaðstjórar, ið kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið er mannað av einasta føroyska stórmeistaranum í talvi, Helga Dam Ziska, ið mannar lið saman við Carl Eli Samuelsen, ið hevur verið føroyameistari í talvi eins og hann eisini hevur umboðað Føroyar á talvolympiadu, meðan hitt liðið verður mannað av Emil L. Jacobsen, ið er blaðstjóri á Dimmalætting, og Jóhann Lützen, ið er blaðstjóri á Norðlýsinum.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.