- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Tað verða eldhugaðir útvarpsvertir við støði í tí andaliga og í tí ítróttarliga, ið fara at kappast á Quiztinum hesuferð.
Annað liðið verður mannað av Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá Lindini, og hitt liðið verður mannað av ítróttarfrásøgufólkunum Mariu Ziskason Nesá frá Kringvarpi Føroya og Tróndi Arge frá Miðlahúsinum og FM 1.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.