- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Fýra prestar kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av Marjun í Kálvalíð og Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, meðan hitt liðið verður mannað av Mariu Summers við Skipá og Jákupi Erlingssyni Petersen.
Tú kanst hoyra sendingina her.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.