- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Maritimt umfar millum høvundarnar, Jan Erik Simonsen og Sigmar Blàberg, ið kappast móti veitarunum, Karl Birgiri Isaksen og Eyðun Hansen
Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, meðan Sigmar Blàberg hevur skrivað fleiri bøkur um stállínuskipini, umframt søguna um millumlandasiglingina vid Smyrli og Norrønu.
Teir kappast móti Karl Birgiri Isaksen, frá KBI og Sjómannadegnum, og Eyðuni Hansen frá El-Talvuvirkinum í Gøtu.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.