- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Fýra lærarar, har av tveir teirra eru løgtingsmenn og tveir eru skúlastjórar, kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av løgtingsmonnunum Magnusi Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, meðan hitt liðið er mannað av Regini Marnersson, skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum, og Sonna Djurhuus, skúlastjóra í Skúlanum við Streymin.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.