- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Tað er jólahugna og góður hýrur, nú vit fyri fyrstu ferð halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ivaleyst eisini ómøguligt, sum onkursvegna hevur samband við jólini.
Og tað eru sjónleikararnir og systkini Hans og Súsanna Tórgarð, ið manna annað liðið, meðan hitt liðið verður mannað av systkinabørnunum, Ólavi Jakobsen, guitaristi, og Róki Jákupsson Jakobsen, sangar.

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.










