- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan.
Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa?
Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, orð um kristindóm í stjórnarskipanini, og um hvussu føroyskur kristindómur skal definerast.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.