- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Fiskimálaráðið tvíheldur um, at hollendingar ráða í NorthWest Pelagic, og tí sleppur Norðhavið ikki til fiskiskap. Øll viðurskifti eru í lagi, sigur reiðaríið, sum dregur Fiskimálaráðið í rættin.
Í sendingini lýsa vit serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og skifti navn til Norðhavið, men mitt í søluni misti øll síni rættindi at reka fiskiskap í Føroyum.
Jón Brian Hvidtfeldt leggur til rættis

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




