Radarin

Radarin: Børn lesa ov lítið
26-04-2018
Í grundini lesa tey so lítið, at tað er ein álvarsligur samfelagstrupulleiki. Ein samfelagstrupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara.

Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa.

Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv.

Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki.

Tað eru ikki nakrir fáir flokkar. Tað eru nógvir flokkar, har mest sum allir næmingarnir ikki tíma serliga væl at lesa.

Tað vil siga, at ein ávísur fjórði flokkur í Føroyum er munandi betri fyri enn ein annar fjórði flokkur.

Eisini sjálvt um flestu lærarnir í Føroyum koma av sama lærustovuni, hava somu námsætlanir at halda seg til, hava sama undirvísingartilfar og somu karmar, so er ymiskt, hvat spyrst burturúr.

Vit kunnu siga, at vit hava lesisterkar flokkar og lesiveikar flokkar.

Men tú finnur onga einfalda og eintýðuga orsøk til, at spennið millum teir lesisterku flokkarnar og lesiveiku flokkarnar er so stórt.

- Føroyskir lærarar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, tá ið børn og ung eftir øllum at døma lesa so lítið, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag.

- Ein møguleiki er at kanna, um sjálv læraraútbúgvingin er nøktandi, sigur hann.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.
12-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi
05-12-2018
Vit hyggja at avbjóðingum og fyrimunum við almennari fyrisiting. Men fyrst hyggja vit nærri at tvístøðuni, sum nógvu verkføllini hava við sær.
28-11-2018
Skal alivinnan vaksa, má hon flyta til meira harðbalin øki. Vit vita ov lítið um avleiðingarnar inni á firðunum, sigur stjórin á Havstovuni.
14-11-2018
Gjørdist Trump vinnari ella tapari? Hvussu skerdur er hann eftir valið? Og hvussu við føroyska EIK málinum, nú leiðslan í EIK Danmark er fríkend?
07-11-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
10-10-2018
Tveir nýggir flokkar - Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis - siga seg stilla upp til komandi løgtingsval.
06-10-2018
Vit stremba eftir vøkstri. Búskaparvøkstri. Fólkavøkstri. Og nógv veksur í Føroyum. Skattainntøkurnar vaksa. Talið av løntakarum veksur.
26-09-2018