- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip.
Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip.
Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014? Og hevði landsstýrismaðurin givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um hesi viðurskifti?
Nei, segði kanningarstjórin, ið varð settur at kanna málið fyri løgtingið.
Radarin hesaferð snýr seg um flyting av veiðiloyvum - og hvussu Fiskimálaráðið valdi at brúka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá 2014. Sendingin tekur støði í tí, sum er komið fram í samband við kanningararbeiðið hjá kanningarstjóranum, herundir skrivligt tilfar og avhoyringar av leiðandi fólki í Fiskimálaráðnum. Eisini tosa vit við Sólju í Ólavstovu, Umboðsmann.
Jón Brian Hvidtfeldt leggur sendingina til rættis.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




