Radarin

Radarin: Aðalráð trilvar í Umboðsmannaniðurstøðu
02-05-2018
Hvussu loftar eitt aðalráð niðurstøðu frá Løgtingsins Umboðsmanni? Spurningurin er aktuellur í kjalarvørrinum á frágreiðing hjá kanningarstjóra

Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip.

Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip.

Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014? Og hevði landsstýrismaðurin givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um hesi viðurskifti?

Nei, segði kanningarstjórin, ið varð settur at kanna málið fyri løgtingið. 

Radarin hesaferð snýr seg um flyting av veiðiloyvum - og hvussu Fiskimálaráðið valdi at brúka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá 2014. Sendingin tekur støði í tí, sum er komið fram í samband við kanningararbeiðið hjá kanningarstjóranum, herundir skrivligt tilfar og avhoyringar av leiðandi fólki í Fiskimálaráðnum. Eisini tosa vit við Sólju í Ólavstovu, Umboðsmann.

Jón Brian Hvidtfeldt leggur sendingina til rættis.

 

 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.
12-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi
05-12-2018
Vit hyggja at avbjóðingum og fyrimunum við almennari fyrisiting. Men fyrst hyggja vit nærri at tvístøðuni, sum nógvu verkføllini hava við sær.
28-11-2018
Skal alivinnan vaksa, má hon flyta til meira harðbalin øki. Vit vita ov lítið um avleiðingarnar inni á firðunum, sigur stjórin á Havstovuni.
14-11-2018
Gjørdist Trump vinnari ella tapari? Hvussu skerdur er hann eftir valið? Og hvussu við føroyska EIK málinum, nú leiðslan í EIK Danmark er fríkend?
07-11-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
10-10-2018
Tveir nýggir flokkar - Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis - siga seg stilla upp til komandi løgtingsval.
06-10-2018
Vit stremba eftir vøkstri. Búskaparvøkstri. Fólkavøkstri. Og nógv veksur í Føroyum. Skattainntøkurnar vaksa. Talið av løntakarum veksur.
26-09-2018