Radarin

Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall
14-05-2018
Kommunulæknarnir hava í fleiri ár sagt, at arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi. Nú eru teir á veg í verkfall.

Arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung, tí tað eru ov nógvir sjúklingar fyri hvønn lækna.

Lønarviðurskiftini eru eisini ov vánalig, siga kommunulæknarnir.

Seinastu árini hevur eisini javnan verið frammi í tíðindarenslinum, at fáir kommunulæknar vilja í fast starv.

Og tað hevur støðugt elvt til órógv millum tey, sum brúka kommunulæknahølini.

Mugu fáa fleiri

34 kommunulæknastørv eru í Føroyum í dag.

23 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi.

Tað er, hóast alt, munandi fleiri enn fyri bara einum ári síðan.

Hini størvini eru ikki mannað, ella verða tey mannað við skiftandi - ofta útlendskum - avloysarum.

Miðalaldurin hjá føroyskum kommunulæknum er eisini høgur. Onkur er farin um pensjónsaldur, og aðrar nærkast.

Leggja teir frá sær, og fáir leggjast til, so verður støðan beinleiðis hættislig, hevur Kommunulæknafelagið ávarað um.

Batar hava verið

Men okkurt er kortini hent seinastu tvey árini.

Tvey kommunulæknastørv eru komin afturat í høvuðsstaðnum. Eitt kommunulæknastarv er komið afturat á Skálafjørðinum, og eitt starv afturat er á veg í Klaksvík.

Vaktlæknin 1870 er eisini samskipaður við Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.
12-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi
05-12-2018
Vit hyggja at avbjóðingum og fyrimunum við almennari fyrisiting. Men fyrst hyggja vit nærri at tvístøðuni, sum nógvu verkføllini hava við sær.
28-11-2018
Skal alivinnan vaksa, má hon flyta til meira harðbalin øki. Vit vita ov lítið um avleiðingarnar inni á firðunum, sigur stjórin á Havstovuni.
14-11-2018
Gjørdist Trump vinnari ella tapari? Hvussu skerdur er hann eftir valið? Og hvussu við føroyska EIK málinum, nú leiðslan í EIK Danmark er fríkend?
07-11-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
10-10-2018
Tveir nýggir flokkar - Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis - siga seg stilla upp til komandi løgtingsval.
06-10-2018
Vit stremba eftir vøkstri. Búskaparvøkstri. Fólkavøkstri. Og nógv veksur í Føroyum. Skattainntøkurnar vaksa. Talið av løntakarum veksur.
26-09-2018