- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Manningarfeløgini eru ósamd við Reiðarafelagið, sum heldur fast um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði.
Í sendingini kjakast Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum.
Men hvat ger politiska skipanin við støðuna, sum hevur tikið seg upp við fiskivinnunýskipanini?
Kjak millum Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og Ingolf S. Olsen, tingmann fyri Tjóðveldi.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




