- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Danski rithøvundurin, Charlotte Langkilde, hevur skrivað eina bók um tíðarskeiðið tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum, og Løtingið varð endurstovnað. Føroysk søguskriving er fult mýtum, sigur hon. Tað er rætt at vit eiga at modernisera okkara søguskriving, og tíðarskeiðið, sum er sera áhugavert er alt ov illa lýst, sigur Ering Isholm søgufrøðingur. Hann heldur tó, at bókin "Færøerne - en moderne nation fødes" fer í hina veitina, tí hon lýsir danska amtmannin, Dahlerup, sum var formaður í endurstovnaða løgtinginum ov einsíðugt, heldur søgufrøðingurin Erling Isholm.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




