Radarin

Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna
10-10-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?

Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn.

Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða.

í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar (tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt).

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum siga sína hugsan um fátækradømi, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um hvat hon ætlar at gera við trupulleikan síðstu tíðina í landsstýrissessinum.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.
12-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi
05-12-2018
Vit hyggja at avbjóðingum og fyrimunum við almennari fyrisiting. Men fyrst hyggja vit nærri at tvístøðuni, sum nógvu verkføllini hava við sær.
28-11-2018
Skal alivinnan vaksa, má hon flyta til meira harðbalin øki. Vit vita ov lítið um avleiðingarnar inni á firðunum, sigur stjórin á Havstovuni.
14-11-2018
Gjørdist Trump vinnari ella tapari? Hvussu skerdur er hann eftir valið? Og hvussu við føroyska EIK málinum, nú leiðslan í EIK Danmark er fríkend?
07-11-2018
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
10-10-2018
Tveir nýggir flokkar - Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis - siga seg stilla upp til komandi løgtingsval.
06-10-2018
Vit stremba eftir vøkstri. Búskaparvøkstri. Fólkavøkstri. Og nógv veksur í Føroyum. Skattainntøkurnar vaksa. Talið av løntakarum veksur.
26-09-2018