- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn.
Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða.
í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar (tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt).
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum siga sína hugsan um fátækradømi, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um hvat hon ætlar at gera við trupulleikan síðstu tíðina í landsstýrissessinum.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.