Radarin

Glasir ikki egnaður til undirvísing
05-12-2018
Næmingarnir eru deyðamóðir tá teir koma heim og orka ikki at gera skúlating. Larmur er ein tann størsti trupulleikin, staðfesta næmingar á Glasi

Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. 

Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at hugsavna seg í undirvísingini.

Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni.

So eru tað hubbarnir, har undirvísing í fleiri fakum eru í senn. Hetta er umstøður sum føra til at næmingarnir eru so móðir tá teir koma heim, at teir ikki orka at gera skúlating, siga næmingar á Glasi. Aftrat tí koma allir manglarnir í skúlanum - takið, sum larmar, tá tað regnar, hurðar sum ikki kunnu latast aftur, ventilatión, sum ikki riggar, hitaskipan, sum ikki riggar og so framvegis.

Fleiri av hesum viðurskiftum mugu nú bíða eina tíð aftrat áðrenn tey kunnu bøtast um, tí løgtingið samtykti í dag, at beina uppskotið um eykajáttan til Glasir aftur í nevnd.

Løgtingið hevur í allan dag viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, eftir at meirilutini í fíggjarnevndini avgjørdi at geva skúlanum eina meirjáttan upp á 28,4 milliónir.

Málið varð beint aftur í nevnd, tí man vildi bíða eftir kanningini hjá Samferðslumálaráðnum av Landsverki, og tí semja ikki er um, hvussu eykajáttanin skal stýrast.

Hvør hevur ábyrgdina av byggjarínum var tað sum setti sín dám á tingfundin, tí landsstýrið sigur at tað er ógreitt.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi, sum er partur av samgonguni segði millum annað, at eingin ivi er um, at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum.

Men ábyrgdarøkið er fløkt, og skipanin eigur at verða broytt, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum í 90'unum var við til at smíðja stýriskipanina, sum staðfestir ábyrgd landstýrismanna.

Tað er alt ov torført at staðfesta ábyrgd, tá játtanin liggur í Mentamálaráðnum men Samferðslumálaráðið varðar av Landsverki, sum stendir fyri byggingini.

Landsstýriskvinnan hevur ikki heimild til eitt nú at koyra stjóran í Landsverki, um hon er óngød, og tað er ein trupulleiki við skipanini, sigur hann. 

Ein trupulleiki sum ikki bara ger seg galdandi í sambandi við Glasir, men eisini allar aðrar almennar verkætlanir, sum Landsverk stendir fyri. Til dømis nýggja landssjúkrahúsbygningin fyri hálva milliard, sum Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum varðar av. 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019