- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur.
Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum sín, og settu Sandoyartunnilin á skrá.
Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdist veruleiki.
Eftir nógva rokið um Eysturoyartunnilin, hvørt hann skuldi gerast og í hvørjum líki hann skuldi gerast, alment ella privat, endaði tað við, at ein samlað politisk skipan valdi at gera eina løgtingslóg um at stovna eitt partafelag, ið skuldi gera báðar tunlarnar: bæði tann undir Tangafjørð og tann undir Skopunarfjørð. Tað var tann áttanda apríl í 2014, at málið var samtykt
Fyrsta skotið er latið av fyri Sandoyartunnlinum og báðu megin er arbeiðið farið í gongd.
Tað hevur við eitt størri bjartskygni í oynni og vónin er nú, at fólkatalið í oynni, sum hevur lækka í nógv ár, nú fer at venda.
Luttakarar í sendingini eru: Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy, Brynhild Sørensen, Tordis Kristina á Rógvi, Hans Jákup Mikkelsen og Karl Vidtfeldt.
