- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum.
Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum.
Volvo boðaði í síðstu viku frá, at tey ikki longur fara at framleiða diesel-bussar, og so útsetti Heðin Mortensen, landsstýrismaður útbjóðingina av Bygdaleiðum, sum nú skulu hava umhvørvisatlit við í síni skipan. Og í Tórshavnar kommunu skulu býarbussarnir eisini skjótt skiftast út, kanska við el-bussar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Roskilde kommuna fer í næsta mánað undir spildurnýggja býarbuss-skipan, sum bara brúkar el.
Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri sigur, at teirra nýggju bussar, 20 í tali, bara skulu løðast um næturnar, og at nýggja skipanin ikki kostar meira enn tann gamla diesel-skipanin.
Luttakarar:
Sigmund Signarson, nevndarformaður í P/F AUTO
Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri í Roskilde kommunu
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Terji Nielsen, verkfrøðingur og menningarleiðari á SEV
Lagt tilrættis:
Brynhild Thomsen
