- Tíðindi, mentan og ítróttur
RagnarRokk

Alison Krauss verður av kennarum mett at vera eitt av týdingarmiklasta nøvnunum á amerikanska country- og bluegrasspallinum.
Hon hevur vunnið ikki færr enn 27 Grammyheiðurslønir, men hevur verið tilnevnd ikki færri enn 42 ferðir.
Alison Krauss hevur samstarv við tónleikarar sum Robert Plant, Kenny Rogers, Brad Paisley, Vince Gill, Shaina Twain og Cindy Lauper.
Vit hoyra eisini brot úr Mono sending hjá Petur Rouch, sála, frá 2019, har hann lýsir Alison Krauss og tónleik hennara.

RagnarRokk
Í flestu sendingunum royna vit at varpa ljós á nýggjan tungmálm og rokktónleik, tónleik sum sjálvdan er meira enn tvær tríggjar vikur gamal. Royna í hvørjari sending at blanda nýggjar og eldri bólkar/tónleikarar so varatiónin verður so góð sum gjørligt.
Í øðrum sendingum er eitt ávíst tema, undanfarnar vetrar hava vit millum annað sett fokus á útgávur sum hava jubileum.