Repopplikkin

Sement og Guðrið Hansdóttir í Repopplikkini  
27-04-2022
P21
David er vertur einsamallur og hann fær nógvar gestir í studio, nú Bjørk heldur frí í nakrar vikur

Í dag er fyrsti parturin, har David er aftur sum vertur í Repopplikkini. Bjørk tekur sær eina væl fortjenta pausu, nú hon hevur koyrt á einsamøll í meiri enn tveir mánaðir.

David er tó ikki einsamallur, hann fær vitjan av Hera Danielsen, ið er sangari í bólkinum Daniel, og Daniu O. Tausen. Tey bæði sungu seg víðari til finaluna í 2. umfari av Sement.

Rannvør Fríða Eyðunsdóttir vitjar eisini, hon hevur verið vertur á live stroymingini av Sement, sum Bitt hevur staðið fyri.

At enda var ein samrøða eisini við Guðrið Hansdóttir, ið prátaði um sína nýggju fløgu, Gult Myrkur, og hennara útgávu konsert. Lurtið við!!

Repopplikkin

Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik

Bjørk og David eru farin niður (í gloymibókina) ein túr at finna “toppen af poppen” í nýdonskum tónleiki
07-12-2021
Í hesum partinum av Repopplikkini kasta David og Bjørk seg út yvir enskan jólatónleik. Bjørk heldur, at David hatar jólini og David heldur, at Bjørk spælir pseodo-jólatónleik
01-12-2021
Bjørk og David vísa hvørjum øðrum tónleik, sum tey hava sæð ella vilja hoyra live
23-11-2021
Repopplikkin er navnið á nýggjasta poddvarpinum frá Biit, har systkinabørnini Bjørk og David byrja við at spæla heimsins besta tónleik
16-11-2021
  •