- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

Eurovision 2022 finalan er farin aftur um bak, David viðgjørdi finaluna, og prátaði um tey ymsiku hæddarpunktini. Tað bleiv eisini trivið í um tað var rættvíst, at Ukraina vann kappingina.
Joe and the Shitboys hava verið á konsert ferð í Danmark og Bretlandi, har teir hava fingið sera góða undirtøku. Forsangarin í bólkinum, Fríði Djurhuus kom í studio at práta um hetta og um bólkin sum heild.
Sendingin endaði við eini samrøðu við fyriskipararnar av FO Tatt Fest 2022 Palla Torsteinson og Karin Haraldsson, har festivalurin, ið byrjaði í dag, bleiv umrøddur.

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik


