- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

David og Bjørk eru glað fyri at gera Repopplikkina saman aftur, og hava nógv uppá hjarta.
Prátað verður um pr stuntið hjá Bitcoin konginum, Niklas Nikolajsen. Hann koyrdi nevnliga runt í Keypmannahavn og blakaði 100.000 krónur út, í 50 seðlum, er maðurin svakur ella genialur?
Tey bæði ummæla eisini nýggju fløguna hjá Harry Styles, "Harry's House".
Mentunarnáttin 2022 verður eisini stutt viðgjørd.
Í síðsta parti prátaðu David og Bjørk um rættarmálið við Johnny Depp og Amber Heard, men nú er dómurin fallin. Lurtað við, og hoyr hvat tey bæði halda um úrslitið av rættarmálinum.

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik