- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

Stromae, Voxbotn og ung í Repopplikkini
10-06-2022
P27
David og Bjørk ummæla nýggju Stromae útgávuna, Multitude. Tey práta eisini um Voxbotn, loysir tað seg at fara? At enda hugleiða tey bæði um trýstið, ið nógv ung kenna á sær.
Í hesum partinum av Repopplikkini byrja David og Bjørk við at ummæla nýggju fløguna, Multitude, hjá belgiska Stromae, ið hevur havt ein sera langan steðg frá at útgeva tónleik.
Tey práta eisini um Voxbotn, nøvnini, ið koma og um konsertdagin sum heild. Loysir tað seg at keypa eitt atgongumerki?
At enda hugleiða tey bæði um tí høgu ferðina og tað trýstið, ið fleiri ung kenna seg tyngd av. Hvat er tað, ið førur til at fleiri ung blíva strongd og hvat eru góðir hættir, at ikki missa seg sjálvan burtur í rokinum.

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik
David og Bjørk gera cocktails, práta við Miliu Egilsnes Anda og Høgna Fagraberg um føroysk poddvørp og líta aftur á undanfarnu partarnar av Repopplikkini.
24-06-2022
David og Bjørk eru farin á Barbaru Fish House at eta. Tey spæla summartónleik, práta við fyrstu pisuna, og við upcoming donsku sangarinnuna, Lauru Ziani.
17-06-2022
David og Bjørk ummæla nýggju Stromae útgávuna, Multitude. Tey práta eisini um Voxbotn, loysir tað seg at fara? At enda hugleiða tey bæði um trýstið, ið nógv ung kenna á sær.
10-06-2022
Hesuferð í Repopplikkini práta David og Bjørk um Bitcoin ríkmannin, Niklas Nikolajsen, nýggju LP'ina hjá Harry Styles, úrslitið í Johnny Depp rættarmálinum og Mentunarnáttina.
03-06-2022
Bjørk er aftur eftir ein væl uppibornan steðg. Hon og David práta um Johnny Deep v. Amber Heard rættarmálið. David hevur eisini gjørt samrøður við Æðrasoppar og Tóru Trónd.
27-05-2022
Í dag tók David saman um Eurovision finaluna, fekk vitjan av sangaranum í Joe and the Shitboys og prátaði við fyriskipararnar av FO Tatt Fest 2022
20-05-2022
David var so heppin at sleppa til eina av konsertunum hjá Anniku Hoydal og nýtti sjálvandi høvið at gera eina samrøðu við hesa tónleika legenduna
06-05-2022
Sement-finalan er á gáttini og hetta hita vit sjálvsagt upp til í Repopplikkini
29-04-2022
David er vertur einsamallur og hann fær nógvar gestir í studio, nú Bjørk heldur frí í nakrar vikur
27-04-2022
Sum lovað heldur Bjørk fram við spennandi evninum um kynsbýtið í føroyskum tónleiki - og so hevur hon eisini upptakarin við sær, tá hon fær eina tatovering
08-04-2022
Í dagsins parti kavar Bjørk niður í eina frágreiðing um kynsbýti í tónleiki
01-04-2022
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Repopplikkini kemur eitt ummæli, og so fáa tit eisini eitt prát við Jenny Kragesteen í Frum, góðan tónleik og annað gott
25-03-2022