- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

Í hesum partinum av Repopplikkini byrja David og Bjørk við at ummæla nýggju fløguna, Multitude, hjá belgiska Stromae, ið hevur havt ein sera langan steðg frá at útgeva tónleik.
Tey práta eisini um Voxbotn, nøvnini, ið koma og um konsertdagin sum heild. Loysir tað seg at keypa eitt atgongumerki?
At enda hugleiða tey bæði um tí høgu ferðina og tað trýstið, ið fleiri ung kenna seg tyngd av. Hvat er tað, ið førur til at fleiri ung blíva strongd og hvat eru góðir hættir, at ikki missa seg sjálvan burtur í rokinum.

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik