- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin

David og Bjørk veddaðu á sinni um hvør fór at vinna tær ymsiku FMA heiðurslønirnar. Tað veddimálið tapti Bjørk, og hon hevur tískil bjóða David við á Barbaru Fish House í hesum partinum.
Tey bæði hita upp til summarið við løttum og upbeat tónleiki.
Bjørk ringir til fyrstu pisuna, Katrin Vilhelm, at práta um hvussu tað kennist at verða liðug við útbúgvingina, og hvat ætlanirnar eru í summar.
Parturin endar við at David ringir til donsku sangarinnuna Lauru Ziani, at práta um hennara tónleik og lív.
Lurtið við!!

Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik

