- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Sum tvær av teimum heilt fáu kvinnuligu instrumentalistunum á føroyska tónleikapallinum verða tær báðar ofta møttar við nógvum fordómum. Vit tosa um gentudjamm, at taka kjansir, at tora at taka pláss og dumma seg, hvussu týdningarmikið tað er at halda seg vera best fyri at læra tað umventa. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen spyrja eisini, hvussu tær valdu sítt ljóðføri? Og hvat fer at henda í næstum hjá teimum? Millum annað verður Vetrarjazz festivalurin 21. - 28. januar, har tær báðar fara at spæla og mæla øðrum til at koma at djamma.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











