Samværi

Samværi 027 - at ummæla
19-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.

Marna og Paula hava báðar havt nógv við ummæli at gera. Marna hevur ummælt á bloggi sínum “Egið rúm” (marnakj.wordpress.com) í langa tíð og Paula Gaard hevur skrivað phd. ritgerð um ummæli í Føroyum frá 1997-2007. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um týdningin av at ummæli vera skrivað, hvat eitt ummæli helst skal innibera, og jhvar man finnur dirvi til at ummæla.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.

Instagram: @samvaeri

Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak hittast í samværa og tosa um, hvussu jazzurin í Føroyum hevur tað.
26-11-2024
Maibritt Marjunardóttir og Bárður Dal Christiansen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann skiftir leið.
19-11-2024
Jenný Augustudóttir Kragesteen og Elinborg Pálsdóttir hittast í Samværa og tosa um, hví kvinnur í ofta verða samanbornar.
07-11-2024
Elin Michelsen og Elin á Rógvi hittast í Samværa og tosa um, nær mann kann kalla seg ein rithøvund
29-10-2024
Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hittast í Samværa og tosa um, hvat eitt gott konserthøli er.
22-10-2024
Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð úr Teatur Grugg hittast í Samværa og tosa um, hvat tað vil siga at vera eitt menniskja
15-10-2024
Simona Paula á Fríðriksmørk og Lena Anderson hittast í Samværa at tosa um, hvat mann kann syngja um
08-10-2024
Marita S. Dalsgaard, Leikhús SKIFT og Durita Dahl Andreasen, GUT production hittast í Samværa og tosa um, nær tað undurfulla skjótt fer at henda.
01-10-2024
Vár B. Árting, Rannvá Guðrunardóttir niclasen og Búi Rouch hittast í Samværa at tosa um, hvussu tung ella løtt ein løta er at bera í dansi.
24-09-2024
Sigmund V. P. Zachariassen, Gwenael Akira Helmsdal Carré og Tróndur Høgnason Dalsgarð hittast í Samværa og tosa um, hvussu teir arbeiða við fotolist.
17-09-2024
Guðrið Poulsen, Bjørk Ellendsdóttir Frýdal og Rannvá Holm Mortensen hittast í Samværa at tosa um, hvussu vit eru sárbær á skrift
11-09-2024
Alda Mohr Eyðunardóttir og Jórunn Reginsdóttir hittast í Samværa at tosa um Ólavsøkuframsýningina 2024.
03-09-2024