- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Torleik og Annika útgóvu í fjør eina plátu út saman sum eitur Leysir endar 1 í Hoydølum. Plátan er eitt úrslit av eini rúgvu av leysum endum, sum tey bæði saman hava knýtt saman til eina heild. Torleik spælir eisini bass í nógvum ymiskum bólkum og hevur m.a. eisini útgivið sjálvnevndu plátuna A15 í fjør. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og týdningin av at samla teir leysu endarnar saman viðhvørt, hvat tað ger at samstarva við onnur og hvønn týdning eitt listakollektiv í Hoydølum kann hava fyri føroyska list.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.