- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Tað er eingin loyna at Eivør og Marjun hava havt eitt sera eydnuríkt og flott samstarv yvir fleiri ár. Marjun hevur skrivað eina rúgvu at sangtekstum, sum Eivør hevur útgivið og sungið á fleiri útgávum og konsertum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um hvar teirra samstarv byrjaði, hvat teirra felagsáhugamál og stílur er, hvat tað hevur at siga at opna seg upp fyri øðrum og hvussu teirra listaligu tilgongdir síggja út, tá tað kemur til samstarvið teirra millum og eisini tá tær arbeiða einsamallar við øllum møguligum ymiskum verkætlanum.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.