- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Samværi 032 - at ferðast
23-04-2024
Klassiski saksofonisturin Kristina Thede Johansen og rithøvundurin Helle Thede Johansen hittast í Samværa at tosa um tað at ferðast.
Kristina og Helle eru møðgur og takast við list og alt tað sum har tilhoyrir, millum annað at ferðast, søkja um stuðul og skipa fyri. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, hvat tær fáast við í løtuni og hvat er fyri framman.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.
Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall hittast í samværa og tosa um, hvussu tónleikapallurin hevur ment seg gjøgnum árini
27-05-2025
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Sámal Soll hittast í samværa og tosa um, hvussu teir arbeiða við skaldskapi
20-05-2025
Vinjar Egilsnes Petersen og Filip Mortensen hittast í samværa og tosa um, tá tónleikur er klárur at vísa øðrum
13-05-2025
Heidi H. Poulsen og Jana H. Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu vit ávirkast av rúmum
06-05-2025
Lyon Hansen og Benjamin Rajani hittast í samværa og tosa um, hvussu teir kunnu skilja seg frá tulkingum
29-04-2025
Vár Berghamar Jacobsen og Hanus Kamban hittast í samværa og tosa um, hví tey skriva
22-04-2025
Arnold Ludvig og Anna Iachino hittast í samværa og tosa um, hvussu tónleikur kann hjálpa teimum at yvirliva
15-04-2025
Rebekka Petersen og Rói Reynagarð Patursson hittast í samværa og tosa um, hví mann skal geva nakað út í bók
07-04-2025
Beinir Troest og Tamara Mneney hittast í samværa og tosa um, hvussu mann slær ígjøgnum í útlondum
25-03-2025
Haukur Ingvarsson og Anna Fohlin Mattsson hittast í samværa og tosa um ávirkanina, sum yrkingar hava á málið.
18-03-2025
Sakaris Stórá og Rúni Friis Kjær hittast í samværa og tosa um, hvussu hvussu tað gongst hjá tí føroyska filminum.
11-03-2025
Ása Helena Brynjarsdóttir og Gudny Rasmussen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær hava funnið sítt listaliga úttrykk.
04-03-2025