- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Heiðrikur og Bárður hava báðir fingist við nógvar ymiskar listagreinar og í hesum partinum tosa vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen við teir um teirra listaligu tilgongdir, um hvussu teir sameina sínar ymisku áhugamál og ymisku síður av sær sjálvum í síni list. Hvørjar tankar teir gera sær um sálarheilsu og í hvussu stóran mun teir hugsa um hvat onnur halda.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.