- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Unn og Katrina hava tað til felags at tær báðar fáast við at gera útsetingar til kór og ljóðføri. Tær syngja báðar í kórum sum td. Cantabile, Kata og SWAY, har tær fáast við kórsang. Katrina lesur til tónleikalærara við saksofon sum høvuðsljóðføri á Listaháskúlanum í Reykjavík meðan Unn er bókavørður á Landsbókasavninum. Tær tosa um at útseta í breiðari merking: at útseta tónleik, at útseta onnur (fyri onkrum) og at útseta ting (prokrastinera). Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, og hoyra útsetingar sum tær hava gjørt langtsíðan og okkurt sum tær hava gjørt stuttsíðani.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











