- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Samværi 042 - Hvussu tung ella løtt er ein løta at bera?
24-09-2024
Vár B. Árting, Rannvá Guðrunardóttir niclasen og Búi Rouch hittast í Samværa at tosa um, hvussu tung ella løtt ein løta er at bera í dansi.
Teir tríggir dansararnir Vár, Rannvá og Búi leggja øll kropp til eitt verk eftir Vár B. Árting á Ólavsøkuframsýningini 2024. Hóast verkið nýtir ymiskar miðlar, so er kroppurin í miðdeplinum. Vár er yrkisdansari, koreografur og listaligur samleiðari hjá føroyska dansivirkinum RIVA saman við Rannvá. Búi Rouch er yrkisdansari og koreografur. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tousen tosa við tey um, hvussu tung ella løtt ein løta er at bera.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.
Instagram: @samvaeri
Haukur Ingvarsson og Anna Fohlin Mattsson hittast í samværa og tosa um ávirkanina, sum yrkingar hava á málið.
18-03-2025
Sakaris Stórá og Rúni Friis Kjær hittast í samværa og tosa um, hvussu hvussu tað gongst hjá tí føroyska filminum.
11-03-2025
Ása Helena Brynjarsdóttir og Gudny Rasmussen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær hava funnið sítt listaliga úttrykk.
04-03-2025
Jón Klæmint Hofgaard og Rógvi Per Rasmussen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann er til í nú’inum.
25-02-2025
Ebba Malena Debess Thomsen og Hans Tórgarð hittast í samværa og tosa um, hví tey spæla sjónleik
18-02-2025
Heðin Ziska Davidsen og Dánjal á Neystabø hittast í samværa og tosa um, hví mann er eitt listafólk
11-02-2025
Nadia Barbara Abrahamsen og Dan Helgi í Gong hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann brúka eitt trauma í síni praksis
04-02-2025
Michael Antony Charles Johannesen og Diana Jógvansdóttir Hansen hittast í samværa og tosa um, hvat gongur fyri seg í undirgrundini
28-01-2025
Pauli Reinert Poulsen og Bárður Reinert Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann liva av tónleikinum.
21-01-2025
Bjørg Elttør og Erla Ziskasen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann bróta reglurnar.
14-01-2025
Askur Skaalum Gregersen og Álvur av Kák hittast í samværa og tosa um tað at skriva á føroyskum og at búgva í Danmark
07-01-2025
Markus Hammer og Siri Súsonnudóttir Hansen hittast í samværa og tosa um árið 2024, ið fór.
01-01-2025