- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Leiklistafólkini Marita og og Durita leggja kropp og rødd til verkið, sum tær sýna fram á Ólavsøkuframsýningini 2024: Skjótt hendir tað. Verkið granskar frásagnarbrigdini hjá tí nakna kvinnukroppinum í konkreta pallsetta rúminum í samanspæli við almenna rúmið og rúmið millum menniskju. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um og spyrja, um tað undurfulla skjótt fer at henda.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











