- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Rithøvundarnir Elin Michelsen og Elin á Rógvi hava skrivað barna- og ungdómsbøkur. Hvussu tær arbeiða við at skriva er ymiskt, og hóast tær hava fleiri bøkur, so fellur tað ikki natúrligt hjá teimum at kalla seg rithøvundar. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, nær mann kann kalla seg ein rithøvund.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











