Samværi

Samværi 050 - Hvussu hevur jazzurin í Føroyum tað?
26-11-2024
Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak hittast í samværa og tosa um, hvussu jazzurin í Føroyum hevur tað.

Tónleikararnir, Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak eru báðir tónaskøld, ið útseta tónleik til størri og smærri orkestur. Ólavur gevur í løtuni nýggja heildarútgávu út við jazzbólkinum, GØ, við heitinum "Ævir, amen", meðan seinasta útgávan hjá Kristiani er ein barnajazzútgáva við heitinum "Haha oyggin". Teir báðir tosa um støðuna hjá jazzinum í Føroyum í løtuni, hvussu hann trívist millum gomul og ung, hvar áhugin hjá teimum fyri jazzi er komin frá og hvat nýtt vit kunnu vænta á jazzpallinum í næstum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um hvussu tað gongur fyri seg at vera tónasmiður í Føroyum, og um tað er umráðandi at vera førur fyri at spæla allar sjangrur, tá ein er tónleikari í Føroyum. 

Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.

Instagram: @samvaeri

Tónlistamaðurin Jens L. Thomsen og arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hittast í Samværa at tosa um tað at lurta.
28-05-2024
Tónlistakvinnurnar Unn Paturson og Katrina Olsen hittast í Samværa at tosa um tað at útseta.
21-05-2024
Listamaðurin og tónleikarin Heiðrikur á Heygum og leiklistamaðurin Bárður Persson hittast í Samværa at tosa um tað at sameina.
14-05-2024
Leiklistakvinnurnar Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð hittast í Samværa at tosa um tað at bera fram.
07-05-2024
Yrkjarin Nansý Súnadóttir og tónleikarin Hervør á Torkilsheyggi hittast í Samværa at tosa um tað at geva út.
30-04-2024
Klassiski saksofonisturin Kristina Thede Johansen og rithøvundurin Helle Thede Johansen hittast í Samværa at tosa um tað at ferðast.
23-04-2024
Tónleikarin Anna Sofía Skoradal og dansarin Rannvá G. Niclasen hittast í Samværa at tosa um tað at framføra.
09-04-2024
Tónleikarin Eivør Pálsdóttir og rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hittast í Samværa at tosa um tað at opnast.
09-04-2024
Tónleikararnir Torleik Mortensen og Annika Hoydal hittast í Samværa at tosa um tað at samla endar.
02-04-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.
26-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.
19-03-2024
Mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu Urd Johannesen og tónlistamaðurin Eyðfinn B. Lamhauge hittast í Samværa at tosa um tað at bygdast.
12-03-2024