- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Týðarin Marna Jacobsen og rithøvundurin Jon Fosse arbeiða bæði við teksti. Marna týðir tekstirnar hjá Jon Fosse til føroyskt. Tey bæði tosa um tilgongdina at týða eitt verk og um leiklutin hjá rithøvindinum í eini týðing. Eisini verður tosað um, hvat ein góður pennur er, tá mann skal skriva eitthvørt við hond. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Marnu og Jon um teirra samstarv.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











