- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Samskiparin á Farlit (Faroese Literature) Markus Hammer og performarin og nevndarlimurin í Tónleikasambandi Føroya Siri Súsonnudóttir Hansen arbeiða bæði við list, men kanska ikki endiliga á sama hátt, sum teir flestu gestirnir í Samværa plaga at gera. Tey bæði eru við í nýggjarssendingini hjá Samværa og tosa yvirskipað um tey rákini, sum tey hava varnast í fjør. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Markus og Siri um árið 2024.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











