- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Myndlistamaðurin Ole Wich og rithøvundurin Høgni Mohr hava báðir arbeitt við list á ein hátt, sum hevur øst nógv fólk. Teir báðir tosa um, hvussu teir finna dirvi til at gera tað listaverkið, sum teir hava hug at gera, og um tær avleiðingarnar, sum tað kann hava við sær. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ola og Høgna um dirvi og avleiðingar.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











