- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Yrkjarin og leikritahøvundurin Askur Skaalum Gregersen og performarin Álvur av Kák arbeiða báðir við tekstum. Teir skriva á føroyskum og á donskum, men tekstirnir gerast ikki teir somu, tá teir skriva á ymsum málum. Teir báðir tosa um ritlistaumhvørvið í Danmark og í Føroyum, og hvussu teir kenna seg í teimum ymisku umhvørvunum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ask og Álv um, hvussu tað er, at skriva sum útiseti.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











