- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Brøðurnir og tónleikararnir Pauli og Bárður arbeiða við tónlist, men á hvør sín hátt. Teir hava báðir gingið á lærdum listaháskúla uttanlands og tosa um, hvørja ávirkan skúlin hevur havt á teirra listaligu praksis. Eisini viðgera teir tónleikasenuna í Føroyum og samanbera hana við tey støðini, har teir annars hava verið virknir. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um tað at vaksa upp saman og at síggja hvønn annan vaksa tónleikaliga.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











